Hevur tú ein spurning til okkara?
Vit hjálpa tær fegin

Hús við JEP Smíð - ein grøn og orkuvinarlig loysn og framleiðsla

JEP Smíð Sp/f hevur altíð verið framaliga tá tað kemur til nýhugsan og grønar loysnir.
 
Eftir at hava fingið eina framleiðsluhøll, eru vit farin í holt við egna framleiðslu.
Vit hava ment okkara egna byggihátt, ið vit saman við øðrum meta, er sera væl egnaður til tað føroyska veðurlagið.
Vit hava lagt okkum eftir grønum og orkuvinarligum loysnum.
 
Vit hava valt at byggja á eina guvuopna konstruktión (andandi konstruktión) hetta tí vit halda, tað er sunnari at hava eini hús í anda, heldur enn at búgva í eini lukkaði eind ( plastikposa )
 
Vit hava valt eina samanseting av tilfari, ið er í tráð við tað grønu og burðardyggu loysnina vit hava lagt okkum eftir.
Her hava vit eisini hugt eftir burðardyggum tilfari, veitarum og loysnum.
Vit hava lagt framleiðsluna eftir, at tað er so lítið spill sum yvirhøvur møguligt, hetta fyri at gera okkara part í hesum grønu tíðum, tí “mange bække små” blívur eisini til nakað, tí er tað sera umráðandi at vit øll draga somu línu og hugsa burðardygt, fyri at fáa tað samlaða útlátið niður í so stóran mun sum gjørligt, fyri ein kosta ið er til at bera.
 
Okkara sannføring er, at vit ikki bara kunna gera veggirnar tjúkri og proppa meira bjálving í, hetta er ikki burðardygt.
Heldur eiga vit at byggja skynsamari, og fara inn í bygningslutirnar og hyggja eftir hvat vit kunna gera betri, og soleiðis fáa sama virði við minni.
 
Vit nýta I-bjálkar til ein stórapart av framleiðsluni, hetta fyri at minka um kuldabrýr í bygningslutunum.
Um vit taka stólparnar í einum útveggi og fylla teir ca. 4 m um vit leggja teir saman, og um vit nýta I-bjálkar, fiylur sama bara 89 cm. Hetta er vert at hava í huga tá vit tosa um kuldabrýr.
Vit nýta eisini ein innstallatiónsvegg sum krossbjálvar samstundis, so her eru ikki nógvar kuldabrúgv at koma eftir, og meta vit hetta at vera ein sera skynsom loysn
 
Av fleiri orsøkum hava valt at brúka pappírsbjálving til okkara framleiðslu.
Papírsbjálving er í tráð við okkara grøna leist, papírsbjálving er ein grøn framleiðsla, av endurvunnum papíri, og fyrimunurin eru fleiri
·      Papírsbjálvingin er ikki líka heilsuskaðilig sum vanlig massabjálving.
·      Papírsbjálving er ein grøn framleiðsla.
·      Hon er umhvørvisvinarlig
·      Tað er skjótari at bjálva við pappírsbjálving
·      Pappírsbjálvinggi hevur nakrar eginleikar við at flyta fukt, sum vanlig massabjálving ikki hevur, hetta er ein stórur fyrimunur.
·      Papírsbjálving ljóðbjálvar eisini munandi betri enn vanlig massabjálving.
·      Cellosu basera bjálving ( pappírsbjálving ) hevur munandi hægri hitakapasitet enn vanlig massabjálving, tað vil siga at hon lagrar ca. 100 % betur enn vanlig massabjálvin, tað viðførur at húsini halda munandi betur uppá hitan enn hús við ikki cellosu bjálving.
 
Hetta við at kunna gera húsini inni, og lagra tey undir taki er eisini ein stóru fyrimunur.
Fyrst framleiðslan av húsinum gongur munandi sjótarið og er skinsamari.
Vit sleppa eisini undan nógvari byggifukt sum nógv stríðast við
 
Hesi átøkini eru við til at náa einum meira orkuvinarligum húsum.
Tá vit nú hugsa um at eini hús fyri flest okkara, er tað ein lívsinvestering, tí er tað umráðandi at vit hugsa okkum væl um, at nýtslan í húsinum er so líti sum møguligt, og tað meta vit, at vit náa við hesum.
 
Tá vit hugsa um umhvørvið gevur hetta eisini góða meining, her er lagt upp til lítið útlát og minimerað yvirnýtslu av tilfari, so alt í alt ein burðardygg, grøn og orkuvinarlig bygging.