Oman Mattalág
Verkætlan Oman Mattalág
Kundi Bústaðir
Støða Liðugt
Slag Nýbygging
Hevur tú ein spurning til okkara?
Vit hjálpa tær fegin
Oman Mattalág
Oman Mattalág í vesturbýnum í Tórshavn verður arbeitt við eini verkætlan við 38 íbúðum.

Oman Mattalág í vesturbýnum í Tórshavn verður arbeitt við eini verkætlan við 38 íbúðum. Bústaðir samstarva við Scandi Byg, Sp/f Plan og Sp/f JEP Smíð um verkætlanina. Íbúðirnar verða innfluttar sum modul úr Danmark, og tá tær eru komnar til landið, verða tær settar saman á staðnum.

Talan er um trýggjar íbúðastøddir. Ein á umleið 100 fermetrar brutto í einari hædd og ein á umleið 104 fermetrar brutto í tveimum hæddum - hesar íbúðirnar eru settar saman av tveimum modulum. Minsta støddin er eitt modul á umleið 54 fermetrar.

Bústaðir hava áður samstarvað við Scandi Byg um íbúðirnar á Heygavegnum í Klaksvík og á Karlamgnusarbreyt, ið somuleiðis eru innfluttar sum modulir. Hóast íbúðirnar verða innfluttar, so merkir tað ikki, at øll verkætlanin verður keypt úr Danmark. Umleið ein triðingur av samlaðu verkætlanini verður gjørdur av føroyingum, millum annað jørðarbeiðið og at seta modulini saman.

Íbúðirnar eru um at vera lidnar.

Avrik
Nýbygging
Íbúðarbyggin undir Grásteini
Nýbygging
Nýggj sethús í Hoyvík
Umbygging
Innrætting á Steinatúni

Innrættan av veghædd og 1. hædd til KT-deild og…